Talan er um Ford Focus Electric, sum koyrir 130 km upp á eina løðing. Bilurin hevur lithium-ion battarí, sum tað tekur uml. 8 tímar at løða í eini vanligari stikk-kontakt, men hann hevur eisini eina innbygda skipan, sum tað ger tað møguligt at løða bilin upp á 3-4 tímar á eini løðistøð. Ford Focus Electric kemur á marknaðin í 2012.










