Fundarvirksemi
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Magnus Magnussen, stjóri í Pam Offshore, sigur, at felagið leingi hevur ætlað at samlað manningina, sum arbeiðir í Noregi, saman til fundar, har teir í fyrsta lagi hava høvi at hittast og tosa saman um felags mál.
- Menninir fara og koma, og tað er sjáldan, fleiri av teimum hittast. Nú eru so teir flestu heima.
Magnus dylir tó ikki fyri, at vanlukkan í Stord hevur skundað undir hendan fundin, sum eisini fer at viðgera støðuna rundan um flogvanlukkuna í Stord.
- Í løtuni eru eini 30-40 mans heima, og tí liggur hetta eisini væl fyri í løtuni, sigur hann.
Flogvanlukkan
Stjórin vísir á, at Pam Offshore fær einki gjørt við støðuna, soleiðis sum hon er, men heldur fyri, at kanska hjálpir tað monnunum at tosa saman um viðurskiftini.
- Tað verður leiðslan í Pam Offshore, sum fer á fund við menninar, og vit hava ikki biðið nakran annan um at vera við.
Spurdur, um tað kann hugsast, at sálarfrøðingur verður við, sigur hann, at tað hevur ikki verið ætlanin.
- Tað eru so mong, sum eru rakt av hesi syrgiligu vanlukku - ikki bara tey, ið vóru við og tey, sum lótu lív, ei heldur bara menninir, sum vit hava í arbeiði har yviri, men eisini alt Føroya fólk, sigur Magnus.
Pam Offshore hevur í løtuni einar 60 elektrikarar í starvi í Noregi, men beint nú er tann størri helmingurin heima í Føroyum.
- Okkara menn arbeiða fyri Aker Kværner Elektro. Teir flestu arbeiða við Snøvit-projektinum og ferðast tískil upp til Hammerfest. Hinir, sum í løtuni bert eru nakrir fáir í tali, arbeiða við projektinum, Orminum Langa.
Magnus Magnussen sigur, at tá ið elektrikararnir fara úr Føroyum, flúgva teir úr Vágum, beinleiðis til Stavanger og onkuntíð til Keypmannahavnar og haðani upp til Stavanger.
- Síðan koma teir inn í charter-rutuna, sum Atlantsflog flýgur fyri Aker-fyritøkuna, sigur hann.
Onkur uppliving
Í norsku fjølmiðlunum skilst, at fólk, sum arbeiða hjá Aker Kværner Stord, dagin fyri flogvanlukkuna í Noregi høvdu tosað um og funnist at trygdini umborð á flogførunum hjá Atlantsflogi.
Eftir vanlukkuna hava fólk vent sær til norskar fjølmiðlar við ymiskum frásagnum um ítøkiligar hendingar, sum hava órógvað ferðafólk í flogførunum.
Vit spurdu eisini Magnus Magnussen, um Pam Offshore hevur frætt um hendingar frá teimum monnum, sum felagið hevur í Noregi.
- Jú, vit hava hoyrt um onkra uppliving, sum fólk hjá okkum hava havt í flúgving við Atlantsflogi, men eisini við øðrum flogfeløgum. Men sum eg nevndi, liggur tað ikki í okkara makt at gera nakað við hetta. Tað eru ikki bara fólk hjá okkum, sum kunna gera óbehagiligar túrar. Flýgur tú nógv, ert tú meira útsettur fyri at gera onkran túr, sum ikki er so behagiligur. Sama er í bilaferðsluni, ið eg síggi sum ein størri generellan vanda enn flogferðsluna.
Magnus heldur ikki, vit eiga at bagatelisera tey viðurskifti, sum víst hevur verið á, men taka tey í størsta álvara. Hinvegin mugu vit ansa eftir, at alt ikki verður rørt upp í ein ellibita, tí tá veit eingin, hvar vit enda, sum hann tekur til.
Mugu víðari
- Tað vil altíð vera soleiðis, at nøkur stúra meira fyri at flúgva enn onnur, og ert tú bangin á flogi, skal ikki nógv til, fyrr enn tú heldur, at okkurt er áfatt - eisini, tá ið alt er, sum tað eigur at vera.
Stjórin í Pam Offshore heldur, at kanska stúra føroyingar meira fyri at flúgva enn onkur annar, og felagið hevur eisini upplivað, at onkur av teirra monnum settist aftur í Føroyum, tí hann segði illveður.
- Sum allir føroyingar og tey, sum vórðu so hart rakt, harmast vit um ta syrgiligu vanlukku, sum hendi, men neyðugt er onkusvegna at koma víðari. Bæði í flogferðslu, bilaferðslu og til gongu kunnu vit koma út fyri hendingum, sum vit vildu verið fyriuttan. Heldur enn at kóka hesa syrgiligu hending upp, haldi eg, at vit eiga at "dempa" okkum niðuraftur, sigur stjórin í Pam Offshore, Magnus Magnussen.










