Eldur í skúlanum á Ziskatrøð

Stutt fyri klokkan 18 varð boðað frá eldi í skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík. Eldur var í uppi á loftinum. Nógvur roykur sást úr tekjuni á skúlanum, tá sløkkiliðið kom á staðið. Skjótt varð staðfest, at eldur var uppi á ovasta lofti. Eldur var í onkrari skakt.

Eingin var inni í skúlanum, tá boðað varð frá eldinum, og skúlin varð stongdur. Sløkkiliðið fekk sløkt eldin,áðrenn hann breiddi seg.

Løgreglan kannar nú, hvør orsøkin kann verða til eldsbrunan, men møguliga hevur eitt elektriskt skammlop verið atvoldin til eldin.