Um trýtíðina gjáranáttina fekk løgreglan í Keypmannahavn boð um, at eldur var í Regensen við Krystalgade. Ein maður, sum var komin framvið, kendi royk í nasunum og varnaðist, at eldur kom upp ígjøgnum takið.
Løgreglan og sløkkiliðið komu skjótt á staðið, og tey lesandi fingu boð um at fara út alt fyri eitt. Níggju fólk, trý búfólk og seks sløkkiliðsmenn, máttu á sjúkrahús til kanningar fyri roykeitran, men annars hendi eingin fólkaskaði.
Leiðslan hjá sløkkiliðnum segði í gjár, at bygningurin hevði ikki fingið stóran skaða. Nakað av takinum skal skiftast, og nøkur rúm hjá teimum lesandi skulu umvælast.
Regensen er næstelsta kollegiið í Danmark. Tað fór í gerð í 1618 og varð tikið í nýtslu í 1623. Eldurin í gjár er ikki tann fyrsti, sum hevur rakt Regensen. Í 1728 fór kollegiið illa av eldi, men varð endurreist í árunum frá 1731 til 1749. Í 1908 varð tað bygt út, og í dag er pláss fyri 99 lesandi har.
Síðani 1971 hava kvinnur eisini havt loyvi at búgva á Regensen, sum lærdi háskúlin í Keypmannahavn hevur umsjón við.