Eldur í onkrum við Sandoyartunnilin

Løgreglan váttar hetta, men vit vita ikki nógv meira beint nú

Tað er eldur í onkrum við Sandoyartunnilin. Hetta er sandoyarmegin. 

 

Tað váttar løgreglan fyri in.fo beint nú.

 

– Vit eru sterkt í gongd við at orðna hetta. Vit vita ikki meira beint nú, sigur vaktleiðarin, sum ikki hevur stundir at greiða nærri frá.

 

Dagføring kl 09:50: Sambært keldum hjá okkum er talan ikki um serliga stóran eld, men tað hevur verið eldur í einum aggregati. Tá kann nógvur roykur koma.