Soleiðis, sum henda myndin vísir, kom fyri løtu síðan eldur í bygningin hjá Klaksvíkar Sleipistøð.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at enn vita tey lítið og einki at siga um eldin, men løgregla og sløkkilið eru á staðnum - ella eru á veg á staðið.
in.fo fylgir gongdini og fær nýggjar myndir úr Klaksvík um eina løtu.
Eyðun Thorgeirsson tók myndina fyri in.fo
Sí myndatema hjá Dávur Winther niðanfyri: