Eldur í kjallara

Eldurin, sum var í einum sethúsum fyrr í kvøld, kyknaði í kjallaranum.

Klokkan 21.46 fekk sløkkiliðið í Havn eina fráboðan um ein eldsbruna í Hornabø. Eldur varð kyknaður í einum húsum við J. C. Svabosgøtu. Fólk býr í húsunum og tað vóru tey sjálvi, ið boðaðu sløkkiliðnum frá eldinum.

 

Sløkkiliðið var á staðnum fimm minuttir seinni og kundi tá staðfesta, at talan var um ein eldsbruna í einum rúmi í kjallaranum. 

 

Av sløkkiliðsstøðini verður sagt, at tað gekk væl at sløkkja eldin, og at teir fingu tamarhald á støðuni beinanvegin.

 

Nógvur roykur hevur staðist av eldinum, men væntandi er eingin stórvegis skaði komin á húsini.

 

Enn er ikki vist, hví eldurin kyknaði, men ein møguleiki er, at talan er um eitt skammlop, av tí at eldurin einans var í hesum eina rúminum.

 

Eingin kom til skaða í eldsbrunanum og maður í húsinum varð longu komin út, tá sløkkiliðið kom á staðið.