Fyri eini løtu síðani varð boðað frá eldi í einum húsum í Dalatúni i Havn. Á Brandstøðini siga tey, at tað var eitt stearinljós í einum vindeygakarmi, sum hevði fest í. Men eldurin varð uppdagaður tíðliga og sløkkiliðið var skjótt á staðnum, so tað var bara sjálvur vindeygakarmurin sum fekk skaða, umframt at tað varð vorðið svart uppi undir loftinum. Onki fólk var inni, tá ið eldur kom í, so tað var merkisvert, so væl tað gekst á hesum sinni. Tað vóru fólk, sum komu framvið, sum varnaðust eldin og boðaðu frá.
Á brandstøðini nýta tey høvi at minna á, hvussu stóran týdning tað hevur at ansa væl eftir stearinljósum. Serliga umráðandi er tað hesa tíðina, har tað er nógv ferð ár, og nógv fólk tessvegna eru strongd og í tíðarneyð. Tí tað er nettupp í strongdum løtum, at tað er skjótt at gloyma, minna tey á brandstøðini á. |