Seinnapartin kom eldur í ein gamlan grønlendskan rækjutrolara, sum verður upphøgdur í Frederikshavn. Løgreglan í býnum sigur, at vandi kann vera fyri eitran, og tí hava fólk í einum parti av býnum fingið boð um at halda seg innandura og at lata hurðar og vindeygu aftur.
Danska kringvarpið sigur, at 28 sløkkiliðsmenn royna at basa eldinum, men sum skilst hevur nógvur hiti darvað sløkkiarbeiðinum.
-Vit noyddust at skera hol á skipið fyri at sleppa inn, men áðrenn vit komu so langt, hevði eldurin breitt seg, og nú brennur nógvastaðni umborð, sigur ein talsmaður fyri sløkkiliðið í Frederikshavn við DR.