Tað er eldur høvuðssætinum hjá ES-kommisiónini í Bruxelles. Embætisfólk renna fyri lívinum Politiken.dk, sum er á staðnum, sigur, at nógvur svartur roykur kemur frá tí partinum av bygninginum, har ES-nevndarlimirnir halda til. Embætisfólk og politikarar renna um allar geilar, og neyðsendarakfør eru at síggja og hoyra allastaðni.
Sambært DR er eldurin helst kyknaður í kjallaranum, og sum skilst, er ongin komin til skaða. Men enn er ov tíðliga at siga nakað við vissu.
Talan er um sonevnda Berlyamont-bygningin, sum er høvuðsborgin hjá ES-nevndini í Bruxelles.
Sambært politiken.dk mátti José Manuel Barroso, EU-nevndarformaður, rýma út, og hann er nú í einari park nærhendis.









