Tíðliga seinnapartin sunnudagin fekk løgreglan í Havn eina fráboðan um eldsbruna. Tað var ein, sum ringdi inn og boðaði frá eldi í einum grannahúsum. Talan var tó ikki um stóran eldsbruna. Ein fullur maður hevði fest sær í eina sigarett, og á ein ella annan hátt var eldur komin í dýnuna. Møguliga var maðurin sovnaður við sigarettini í songini.
? Ongin skaði hendi kortini uttan við dýnuni, sum varð nakað brend, sigur vakthavandi.