Eldsál í Suðuroy heiðrað

Jonny Dimon á Tvøroyri hevur verið ein eldsál í ferðavinnuni í Suðuroy og í dag varð hon heiðrað fyri tað

Ferðavinnufelagið í Suðuroy hevur nú gjørt av at heiðra einum fólki, sum hevur havt serligan týdning fyri ferðavinnuna í Suðuroy.

 

Í avgjørt var at lata Jonny Dimon á Tvøroyri fyrstu heiðurslønina av hesum slagi, skrivar heimasíðan hjá ferðavinnuni í Suðuroy, haðani myndin eisini er.

 

Jonny Dimon var ein av teimum ið legði lunnar undir ferðavinnuna í Suðuroynni.

- 
Áhaldni, áhugin og dirvi er nakað sum hevur sermerkt Jonny Dimon øll hesi árini, og hóast hon er komin væl upp í árini, so brennur hon enn líka nógv fyri ferðavinnuni, sigur felagið.

 

Heiðurslønin er eitt borð frá Brikolasj. Borðið hevur Aggi Ásgerð Ásgerisdóttir teknað, og Dennis Lave hevur sniðgivið tað.