Eldraøkið: Vit skulu hava tað besta av tí besta

Er brúk fyri hægri játtan, og fleiri starvsfólkum, verður tað sjálvandi gjørt

- Vit skulu hava tað besta av tí besta.

 

Tað staðfesti Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, á fundi í Tign í gjárkvøldið um støðuna á Eldraøkinum.

 

Sosialurin hevur av álvara varpað ljós á støðuna á eldraøkinum, har vit hava greitt frá, hvussu vánaligar umstøður, búfólkini hava. Tey sleppa ikki á ves, tá ið tey vilja, tey sleppa bara í bað einaferð um vikuna, og tey sleppa hvørki upp um morgunin, ella í song um kvøldið, tá ið tey sjálvi vilja, tí alt má lagast til arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum.

 

Og í hesum sambandi sigur eitt álitisfólk á einum ellis- og røktarheimi í Havn, at hóast broytingar eru gjørdar, er tað ikki nakað, starvsfólkið á gólvinum, altso tey, sum eru um tey eldru og óhjálpnu, merkja nakað til.

 

Heðin Mortensen er púra samdur í, at starvsfólkini, sum eru um tey eldru og óhjálpnu, ikki enn merkja nakað til tær broytingar, sum eru gjørdar.

 

- Vit eru ikki komin niður á gólvið enn, men vit arbeiða støðugt við málunum, sigur hann.

 

- Vit hava fólk at arbeiða við økinum, og vit politikarar hava so roynt at játta pengarnar. Men vit skulu hava eitt úrslit av arbeiðnum leggur hann afturat.

 

Tí er Tórshavnar Býráð farið undir at eftirmeta alt økið og vísir úrslitið av eftirmetingini, at broytingar eru neyðugar, verða tær sjálvandi gjørdar, tí vit skulu hava tað besta av tí besta, sigur borgarstjórin í Havn.

 

Hann sigur, at tað týdningarmesta av øllum er at gerandisdagurin hjá búfólkinum verður settur í hásæti, og tí mugu starvsfólkini fáa góðar umstøður at arbeiða undir.

 

- Sjálvandi skal innihaldið verða ílagi og tey, sum búgva á stovni, skulu hava somu møguleikar at fara í bað, og annað, sum vit onnur, sigur borgarstjórin í Havn.

 

 

Les eisini: Gunvør Balle tekur blaðið frá munninum

 

 

Men hann vísir á, at eldraøkið í Havn er eitt sera umfatandi øki við heili 600 starvsfólkum, so tað er krevjandi at samskipa arbeiðið, leggur hann afturat.