Eldraøkið: Nýggjar loysnir á veg

Bæði innan heimatænastuna og eldrarøktina fara nýggjar loysnri at síggjast skjótt, heldur Magnus Rasmussen, fyrrverandi borgarstjóri í Runavíkar kommunu

Tað er ein sannroynd, at kommunurnar fegnar vildu yvirtaka heimatænastuna og eldrarøktina.

 

Nú hava tær havt hetta um hendi í eitt gott ár. Í flestu samstaarvsøkjum eru somu tænastur veittar, sum landið annars hevði gjørt.

 

-Hetta gera kommunurnar fyrst og fremst fyri at vita, hvat hesar tænastur í veruleikanum kosta, sigur Magnus Rasmussen, Sambandsflokkurin, fyrrverandi borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

 

Magnus Rasmussen ivast tó ikki í, at stórar broytingar fara at henda. Av tí, at tey gomlu eru so nær at myndugleiunum, sum sita við heimatæanstuni og eldrqaøkinum, so síggja og kenna tey tørvin munandi betur, enn landið og sentrala fyrisitingin gjørdi tað frammanunddan.

 

-Sjálvur ivist eg ikki í, at kommunurnar fara at síggja og royna nýggjar loysnir, sum hóska til einstøku borgararnar. Eg síggi tildømis fyri mær, at hevur Runavíkar kommunu tveir pensjonistar í Oydarfirði, so verður tað ikki ein bilur av ellisheiminum í Runavík, sum koyrir teimnum heitan mat. So verður heldur ein avtala gjørd við fólk í Oyndarfirði um, at hesi syrgja fyri heita matinum til tvey gomul. Og so fáa tey eina samsýning fyri tað, sigur Magnus Rasmussen.

 

Hann sigur,a t hetta er bert eitt dømi. Fleiri aðrar loysnir eru, lættari og bíligari enn tær vit kenna í dag.