Eldraøkið – fer tað at bera til at halda lógina?

Nú lógin um heimatænastu og eldrarøkt er samtykt, er greitt, at eldraøkið fer út til kommunurnar 1. januar 2015. Fíggjarmálaráðið hevur leingi sagt, at kommunurnar ikki fáa meira pening til at reka eldraøkið, enn tað kostar í dag. Hetta er sera óheppið, tí seinastu árini eru nógvar sparingar framdar á eldraøkinum, og starvsfólkini hava bara fingið verri arbeiðsumstøður.

 

Hesar eru nakrar av avleiðingunum, vit hava sæð seinastu árini:

· Arbeiðsdagurin er styttur, og tí skulu starvsfólkini loysa somu uppgávur upp á 5 – 7 tímar í dag, sum tey fyrr høvdu 8 tímar til.

· Av tí at starvsfólkini arbeiða millum 5 og 7 tímar um dagin, arbeiða tey tveir dagar eyka um mánaðin fyri at arbeiða sín brøk.

· Færri hendur eru á røktarheimum og sambýlum í dag enn fyrr. Á summum heimum eru starvsfólk einsamøll á vakt í ein til tveir tímar í dag- og kvøldtímum, tá ið vaktarskiftini eru. Tá eru flestu búfólk vakin, og tí skapar hetta javnan órógv millum búfólkini, um starvsfólkið er upptikið inni á einum kamari, og tey tí ongi starvsfólk síggja.

· Tá ið starvsfólk eru sjúk ella avspáka, kemur eingin inn at arbeiða fyri tey fyrstu dagarnar, tey eru burtur.

· Nærum eingi starvsfólk, ið ynskja tað, sleppa at arbeiða fulla tíð.

 

Á flestu røktarheimum er nógv spart í køks- og reingerðingstímum. Og á summum eldrasambýlum og røktarheimum standa røktarstarvsfólkini sjálvi fyri allari matgerð saman við búfólkunum, eins og tey eisini gera reint. Við alt ov lágari normering, kunnu tit skjótt roknað út, hvussu arbeiðsumstøðunar hjá hesum starvsfólkum eru.

 

Ber til at halda lógina?

Hvussu skulu starvsfólk kunna liva upp til ásetingarnar í lógini, tá ið tey ikki hava tíð til annað enn ta mest grundleggjandi røktina. Í lógini stendur millum annað, at hjálpin skal taka atlit til tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt borgarans, og at røktin í størst møguligan mun skal verða veitt í samráð og í samstarvi við hin einstaka.

Kunnu landsins myndugleikar greiða føroya fólki frá, hvussu teir meina, at røktarstarvsfólk skulu kunna arbeiða eftir lógini, tá ið starvsfólk í fleiri ár hava gjørt vart við, at tey hava ov lítla tíð?

Tænastan í heimarøktini er eisini skerd í fleiri ár, so har skulu óivað fleiri pengar til, um kommunurnar vilja hava hana at virka aftur.

 

Útveita tænastur

Vísandi til royndirnar frá okkara grannalondum hevur Heilsurøktarafelagið víst á, at lógin um eldrarøkt ikki eigur at loyva kommunum at útveita tænastur. Tá ið virki skulu vinna pening, er tað bara ein útreiðsla, sum tað veruliga kann sparast í, um peningur manglar – nevniliga starvsfólkaútreiðlsur. Færri starvsfólk á eldraøkinum merkir verri tænasta. Og verri tænasta hevur, sum vit hava óteljandi dømi um bæði í Føroyum og uttanlands, sera óhepnar avleiðingar.

 

Eldraøkið kann blóma

Heilsurøktarafelagið hevur fyrr víst á, at eldraøkið kann blóma. Tað ber til at venda gongdini, so at starvsfólk í eldraøkinum aftur fáa virðilig kor at virka undir. Fyrst og fremst mugu politikararnir játta neyðuga peningin til, at starvsfólkanormeringin aftur kann økjast. Harafturat skulu øll starvsfólk arbeiða átta tímar í hvørjari vakt, soleiðis at tey hava tíð at veita neyðugu røktina og at skapa innihald í gerandisdagin. Og sjálvandi skulu øll, sum ynskja tað, sleppa upp í arbeiðstíð.

 

Majbritt Mohr, 


forkvinna í Heilsurøktarafelagnum