Eldraøkið
Eldrafelagið Nón, sum serliga hevur limir av Skálafjørðinum, hevur nú keypt felagshús. Talan er um húsini hjá Hans Jakka og Asleyg Højgaard, sum standa í Torvgøtu í Saltangará. Húsini eru í trimum hæddum, har mið-og loftshæddin eru innrættað. Stórur kjallari er eisini, og har eru onkrir veggir, sum felagið ivaleyst fer at taka niður. Ætlanin er eisini at taka onkrar veggir niður á loftinum, soleiðis at rúmini gerast betur egnaði til felagshølir. Húsini í Torvgøtu eru eini 30 ára gomul, men tey eru í góðum standi, og nossligt er uttan um. Prísurin er 1,3 milj. krónur.
Fegnast um stuðul
Amy Djurhuus, sum er formaður í eldrafelagnum, sigur, at húsakeypið er ein stór íløga, men hon heldur ikki, at íløgan er óyvirkomilig hjá felagnum, sum hevur stívliga 150 limir.
- Tá ið vit fóru at arbeiða við hesi æltan, sendu vit út áheitanir til vinnulívið um stuðul. Móttøkan hevur verið positiv. Nú avgerðin um keyp er tikin, og yvirtøkudagurin er ásettur at verða, 5. januar komandi ár, vænta vit, at okkurt meira ítøkiligt fer at spyrjast burtur úr áheitanini.
Amy sigur, at felagið er ógvuliga fegið um tann stuðul, sum higartil er veittur.
- Runavíkar kommuna hevur stuðlað keypinum við ikki færri enn 300.000 krónum, og hetta er eitt velduga gott íkast, sum vit eru ógvuliga fegin um, leggur hon dent á.
16 ár á baki
Eldrafelagið Nón hevur stívliga 16 ár á baki. Tað var arbeiðarafelagið, Hæddin í Saltangará, sum tók stig til at stovna felagið, og øll árini hevur felagið havt innivist til tey ymisku tiltøkini, ið skipað hevur verið fyri, í hølunum hjá arbeiðarafelagnum.
- Vit hava altíð havt tað gott í Hæddini og eru altíð sloppin inni í hølini, tá ið hugur hevur verið til tess, og hølini vóru tøk. Í dag vil meirilutin í felagnum, at vit skulu hava okkara egnu høli, og tað er hetta stigið, vit nú hava tikið, sigur Amy.
Hon er ógvuliga fegin um, at Nón nú hevur fingið hendur á egnum hølum og væntar, at aktivitetirnir hjá felagnum fara at mennast.
- Ætlanin er, at fólk skulu kunna koma í húsini og gera eitt hvørt handaligt arbeiði hvønn dag ? ella bara støkka inn á gólvið til prát og hugna. Nú kunnu vit hava alt tað, vit fáast við, standandi til næstu ferð, men slíkt ber ikki til, tá ið tú ert í hølum hjá øðrum, sum eisini verða brúkt til onnur endamál, sigur Amy.
Ymisk tiltøk
Limirnir í Eldrafelagnum Nón plaga at hittast tvær ferðir um mánaðin í vetrarhálvuni, men hetta er ov lítið, heldur formaðurin.
- Tá ið langur leygardagur er í kommununi, plaga vit at hava tombola og kaffisølu. Vit skipa fyri regluligum bingo, og onkuntíð hava vit havt eydnuhjól. Seinasta eydnuhjólið, vit høvdu, gav 55.000 krónur netto. Hetta var í Støkk-høllini, og vit vóru ovfarin av teirri undirtøku, sum tiltakið fekk. Ætlanin er at hava eydnuhjól aftur til várs.
Amy sigur, at felagið umhugsar at hava ymiskar aktivitetir í nýggju hølunum, sum felagið ikki hevur í dag.
Hon sigur, at tosað hevur verið um møguliga at hava "bed and breakfast" um summarið, og somuleiðis hevur felagið í hyggju at kunna leiga kjallaran út til ymiskar aktivitetir, sum eru komandi og farandi.
- Enn er nakað trongligt við parkeringsviðurskiftum, har húsini standa, men Runavíkar kommuna hevur í fyrstu syfti lovað at gjørt okkum nøkur parkeringspláss niðanfyri garðin.
Amy sigur, at ætlaninar um húsakeyp fingu eitt rættiligt skump, tá ið Nón hevði eldravitjan úr Danmark í summar.
Menninir eru við
Limatalið hjá felagnum í dag er 153, teir flestu av Skálafjørðinum.
- Men vit hava eisini limir í Elduvík, Funningi ? og enntá í Klaksvík, Havn og á Sandoynni. Hetta er í fyrsta lagi fólk, sum hava eitthvørt tilknýti til Eysturoynna, sigur hon.
Amy Djurhuus vísir á, at talið av mannfólki, sum møtir upp til aktivitetirnar hjá felagnum, er næstan líka so stórt, sum talið av konufólki.
- Vit hava skilt, at onnur feløg hava torført við at fáa menninar at taka lut í felagsarbeiðinum, men soleiðis er ikki hjá okkum, sigur formaðurin í Nón at enda.
Á páskum vóru 40 limir í eldrafelagnum á vitjan í Danmark.