Í sambandi við eldradagin, sum er 1. oktober, skipar Eldraráðið í Havn fyri eldradegi í Tórsgøtu.
»Virkin og Vakin«: Tað er heitið á Eldradegnum, sum Eldraráðið í Havn skipar fyri fríggjadagin 1. oktober. Altjóða eldradagurin verður hildin kring allan heimin, men fríggjadagin verður so skipað fyri serligum tiltaki í Tórsgøtu í Havn.
Skráin fyri dagin er henda:
Kl. 10.00 ? 10.30. Heðin Mortensen, borgarstjóri setir dagin og Mortan Rasmussen, formaður í eldraráðnum hevur orðið (parkeringsøkið).
Kl. 10.30 ? 10.50. Rørsla í Tórsgøtu (á parkeringsøkinum).
Kl. 11.00 ? 11.30. Eyðun Andreassen, fólkalívsfrøðingur, heldur fyrilestur um ?vitan og makt? á Gamla Reinsaríi.
Kl. 11.40 ? 12.10. Tjóðpallurin. Laura Joensen: Hugleiðingar um Johonnu Mariu Skylv-Hansen og brot úr leikinum ?Logi, logi eldur mín.?
Kl. 12.10 - 13.30. Døgurðasteðgur. Í miðbýnum eru frálík matstøð, og Tilhaldið í Tórsgøtu selur breyðsuppu.
Kl. 13.00 - 1630. Ellisakfør verða sýnd fram í Tórsgøtu.
Kl.14.00 ? 14.30. Ása Róin, sjúkrarøktarfrøðingur, heldur fyrilestur á Gamla Reinsaríi.
Kl. 14.45 ? 15.15. Tjóðpallurin. Laura Joensen: Hugleiðingar um Johonnu Mariu Skylv-Hansen og brot úr leikinum ?Logi, logi eldur mín.?
Kl. 14.35 ? 15.15 Dómkirkjan.Matiné har m.a. Henning Bøgesvang, prestur, sigur nøkur orð og Joanna Johansen syngur.
Kl. 16.00 Halla Samuelsen, forkvinna í sosialu nevnd, tekur samanum og endar dagin.
Kl. 10.00 ? 16.00. Perlan. Café, har møguleiki er at fáa kaffi og te. Klokkan 15.00 verður tónleikur, har Simme skipar fyri.
Ókeypis svimjing er fyri pensionistar í svimjihøllini í Gundadali allan dagin.










