Eldrabylgjan lítil í Danmark

Tann sokallaða eldrabylgjan fær munandi minni avleiðingar í Danmark enn í øðrum londum.

Í dag fer vælferðarnevndin hjá donsku stjórnini at almannakunngera sítt boð uppá, hvørji tiltøk danskir politikarar eiga at fremja fyri at tryggja vælferðarsamfelagið í komandi árum. Upprunin til frágreiðingina er millum annað gongdin, sum vísir, at í framtíðini verða tey eldru munandi fleiri í tali enn nú, samstundis sum færri verða á arbeiðsmarknaðinum til at fíggja vælferðarsamfelagið.

Men sambært einari meting hjá ST hava danskir politikarar munandi minni at stúra fyri enn teirra starvsbrøður í øðrum londum. Rætt er tað, at um smá 50 ár verða 60 prosent fleiri danir eldri enn 65 ár enn nú, men mótvegis øðrum londum minkar tann arbeiðsføra fjøldin ikki so nógv í Danmark sum í øðrum londum. ST sigur, at um 45 ár eru 50.000 færri danir í aldrinum 15 til 64 ár enn nú, og tað er hóast alt ikki meiri enn 1,3 prosent minni enn í dag. Til sammetingar nevnir ST, at í Italia verða 12 milliónir ella 30 prosent færri fólk í arbeiðsførum aldri í 2050, samstundis sum tey eldru verða 50 prosent fleiri enn nú.

Danskir serfrøðingar ávara kortini. Peter Birch Sørensen, professari og yvirvísmaður, sigur við Politiken, at danir eiga at taka gongdina í størsta álvara, sjálvt um eldrabylgjan ikki rakar Danmark so meint sum onnur lond. Hann mælir eisini politikarunum til at taka neyðug stig í góðari tíð.