Eldraøkið: Hótta við at kasta ábyrgd frá sær

Kreppa er á eldraøkinum í Suðuroy

Fíggjarliga støðan er vánalig, og Bú og Heimatænastan megnar ikki at veita allar lógarkravdar tænastur.

Tað sæst í brævi til løgmann og trý landsstýrisfólk frá Bú og Heimatænastuni í Suðuroynni, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í.

Bú og heimatænastan í Suðuroynni, sum er kommunusamstarvið um eldraøkið í Suðuroynni, hevur tað tungt fíggjarliga og megnar ikki at røkja allar skyldir sínar, kemur fram í brævinum, sum stýrið hevur sent til løgmann og trý landsstýrisfólk.

Kringvarpið skrivar, at Bú og heimatænastan í Suðuroynni vísir á, at roknskaparárið 2017 er ikki avgreitt enn, tí har eru fíggjarlig viðurskifti eftir at loysa, og fyrsti árfjórðingurin í ár hevur víst, at støðan er ikki haldbar, og tað ber ikki til at halda fram á sama hátt.

Stýrið var á fundi við landsstýrið í januar í ár og vísti tá á tvær loysnir: Antin fáa kommunurnar fleiri pengar til eldraøkið beinavegin, ella má landsstýrið yvirtaka økið aftur.

Enn er onki hent, og tí hótta kommunurnar og stýrið nú við at blaka ábyrgdina fyri eldraøkið í Suðuroynni frá sær, skrivar Kringvarpið.