Høgni Mikkelsen
valevni Sambandsfloksins til Tórshavnar Býráð
Hetta kvøldið varð tosað um hvussu gjørt skuldi verið fyri at fáa tilvega íbúðir til eldri fólk.
Ein av gestarøðarunum var borgmeistarin í Havn. Hann segði á hesum fundi, at nú fór ikki at ganga alt ov long tíð, so vóru eldraíbúðir klárar at flyta inn í.
Í Degi og Viku sama ár síggja vit stjóran í Húsalánsgrunninum standa uppi í Berjabrekku, har hann fortelur, at ein ella annar grunnur skuldi byggja íbúðir til eldri fólk og fólk við breki.
Sjálvur haldi eg at hetta er ein skilagóð loysn, men nú eru skjótt tvey ár liðin, har tosað var um hetta, og ongar íbúðir eru at síggja enn.
Hvussu hevði verið, um minni varð tosað og meira arbeitt, tí sum øll vita, so er íbúðartørvurin stórur á hesum øki.
Hetta er eitt málsøki, sum eg hevði arbeitt nógv fyri, um eg bleiv valdur.