– Teir eru ikki reiðiliga klárir enn, men eg rokni við, at teir fara í koyring seinni í vikuni.
Tað sigur Heðin Zachariasen, sum rekur Bussleiðina í Havn.
Tá nýggir bussar vórðu keyptir herfyri varð gjørt av, at tveir av teimum skuldu vera elriknir bussar. Tað eru teir báðir, sum komu til landið í síðstu viku.
Heðin Zachariasen sigur, at teir eru gjørdir til at koyra kunna koyra 340 kilometrar upp á eina løðing.
– Og tað passar væl, tí teir strekkið, teir koyra um dagin, er umleið 210 kilometrar. Eg havi áður sagt, at eg eri nøgdur, um teir klára 240 km upp á løðing, hóast forskiftirnar siga 340, sigur Heðin Zachariassen.
Hann sigur, at næsta tíðin við elbussunum verður ein royndartíð.
– Tað ber ikki til at fara undir eina slíka umlegging, um allir bussarnir skuldu verið skiftir út í senn, sigur Heðin Zachariassen.
##med2##
– Tá hevði eg so ikki verið við, sigur hann.
Hann sigur, at avtalað er við býráðið, at tey kunnu seta dieselbussar inn á rutuna, um trupulleikar eru, men hann hevur góðar vónir um, at hetta fer at rigga, og at tey við hesum fáa gjørt sær tær royndirnar, sum skulu til, fyri at koma víðari í tilgongdini við at leggja um frá diesel til elbussar, sigur hann.










