Elbilarnir vælkomnir

Elbilarnir nærkast og verða helst ein partur av føroysku bilparkini um nøkur ár. Vit fylgja við hvat hendir á hesum øki og vilja taka væl ímóti elbilunum, tá teir koma, sigur Tummas Pauli av Reyni frá tryggingarfelagnum Trygd

Elbilarnir nærkast í stórum um okkara leiðir, eitt nú er el-sportbilurin Tesla Roadster komin á danska marknaðin, og um eitt ár kemur elbilurin Renault Fluence á marknaðin, umframt at aðrir smærri elbilar eisini eru á danska marknaðinum.


Donsku tryggingarfeløgini hava ikki verið serliga hugað fyri at tryggja hesar bilar. Bert nøkur heilt fá tryggingarfeløg bjóða seg fram til at tryggja teir. Tað sum fær tryggingarfeløgini at halda seg aftur, er at alt hetta við eldrivnum akførum er nakað nýtt og ókent.


Eingin veit rættiliga, hvat tað kostar at umvæla bilarnar. Hóast teir eru frítikinir fyri avgjøld, eru teir lutfalsliga dýrir og dýrir at framleiða. Battaríini eru stór og dýr. Tey viga millum 150 og 250 kg og kosta frá 70 til 100.000 krónur ella meira enn tað. Ofta eru battaríni ikki við í prísinum, tá bilurin verður keyptur frá bilasøluni, men tey verða leasað frá øðrum feløgum. So har eru nógvir tekniskir spurningar at taka støðu til hjá tryggingarfeløgunum.


Tummas Pauli av Reyni frá tryggingarfelagnum Trygd sigur, at teir hava ikki nakað heilt klárt produkt til elbilar, tí eingin veit hvat tað kostar at umæla hesar bilar. Um ein elbilur kemur út fyri einum ógvusligum samanstoyti ella fer út av vegnum við nógvari ferð, vita vit ikki hvat kann henda. Battaríini liggja í vesku, og um hol kemur á sjálvan battaríkassan, kann vandi fyri eldi verða til staðar.


Vit fylgja væl við hvat hendir á økinum, soleiðis at tá elbilarnir koma, eru vit klárir. Elbilar eru í prinsippinum reinir og hava einki CO2 útlát undir koyring, tí vilja vit taka væl ímóti teimum.

Kemur ein kundi til okkum og biður um eitt tilboð upp á at fáa ein elbil tryggjaðan, skal hann heilt víst fáa tað, sigur Tummas Pauli.