»31. desember 2022 byrja el-bilar at gjalda virðisgjald, hesir koma at gjalda tað sama sum hybrid (HEV)/plugin-hybrid (PHEV), bilar gjalda«.
Soleiðis skrivaði Akstovan til bilasølur í summar. Tá var eisini sagt í brævinum, at allir elbilar, ið standa á goymslu í Føroyum, skulu verða skrásettir áðrenn 31. desember 2022, um teir skulu roknast eftir galdandi lóg.
Orsøkin var, at lógin, sum frítekur elbilar fyri part av mvg og skrásetingargjald gongur út á nýggjárinum.
Hetta merkir størri broytingar fyri elbilar enn fyri hybrid og hybrid-plugin bilar, tí har er frítøkan fyri gjøld størri.
Fyri ein standard elbil, sum í dag kostar 450.000 krónur merkir tað, at hann sum tað fyrsta verður 70.000 krónur dýrari, tí hann ikki fær mvg-afturbering. Harafturat skal hann eisini gjalda virðisgjald, sum er einar 120.000 krónur. Tað merkir, at ein elbilur, sum í dag kostar 450.000 krónur, eftir nýggjár kostar um 650.000 krónur.
Uppskotið um at leingja lógina var til viðgerðar í Løgtinginum týsdagin, men nú val er skrivað út, dettur málið burtur. Og tað heilt vist, at tað verður ikki broytt fyri nýggjár, tá lógin fer úr gildi. Eitt nýtt landsstýrið verður helst skipað 22. desember, og landsstýrisfólk tilnevnd annaðhvørt tann dagin ella dagin eftir.
Ein nýggj fíggjarlóg verður tað fyrsta, sum eitt nýtt landsstýri skal gera – og í tí sambandinum verður lógin um frítøku av elbilum helst eisini samtykt. Men tað verður neyvan fyrr enn einaferð í februar.
##med2##