El-rennihjól kunnu ikki nýtast í ferðsluni

Føroya Rættur staðfesti í dómi í gjár 13. juni 2023, at el-rennihjól ikki kunnu nýtast á øki, sum ferðslulógin er galdandi fyri.

 

Tað sigur Føroyar Politi í tíðindaskrivi.

 

Dómurin staðfestir, at nýtsla av óskrásettum el-rennihjóli í ferðsluni verður revsað við sekt. 

Spurningurin um, hvørt el-rennihjól kunnu nýtast á almennum vegi í Føroyum, hevur fleiri ferðir verið umrøddur. Føroya Politi hevur áður kunnað um, at metingin hjá politinum er, at av tí at el-rennihjól ikki kunnu skrásetast sum motordrivin akfør, sum er krav í ferðslulógini, kunnu tey ikki lógliga koyra á øki, sum ferðslulógin er galdandi fyri.

Hendan spurningin fekk Føroya Rættur høvi til at taka støðu til í einum ítøkiligum máli, har ein maður var ákærdur fyri at hava koyrt á almennum vegi á el-rennihjóli, sum ikki var skrásett ella ábyrgdartryggjað.

Niðurstøðan hjá Føroya Rætti er, at el-rennihjól eru motordrivin akfør, sum eru gjørd til fólkaflutning, og at tey tí skulu lúka treytirnar í ferðslulógini, m.a. í §§ 11 og 55 um skráseting og ábyrgdartrygging. 

Av tí at el-rennihjól ikki lúka treytirnar fyri skráseting ber ikki til at nýta el-rennihjól á øki, sum ferðslulógin er galdandi fyri. 

Brotið verður revsað við sekt.