El Moustage til EB/Streym

EB/Streymur og Elias Gilstón El Moustage hava í dag gjørt sáttmála fyri hetta komandi kappingarárið

EB/Streymur og Elias Gilstón El Moustage hava í dag gjørt sáttmála fyri hetta komandi kappingarárið. Tað boðar felagið frá á heimasíðuni.

Les eisini: Tvey eftirnøvn sum skilja seg burturúr (Frá 2017)

- Elias hevur royndarvant við EB/Streymi hesa seinastu tíðina og spældi allar 90 minuttirnar í venjingardystinum móti NSÍ fríggjakvøldið. Hesa tíðina hevur 19 ára gamli miðvallarleikarin víst seg so mikið væl fram, at felagið hevur valt at gera sáttmála við hann, skrivar EB/Streymur á heimasíðuni.

Elias Gilstón El Moustage er føddur í Danmark, men hevur føroyska mammu. Pápin er úr Marokko, hagani eksotiska eftirnavnið stavar. Fyri nøkrum árum síðani búði Elias eitt skifti á Tvøroyri, men er annars uppvaksin í Danmark, har hann hevur spælt fótbólt við AaB (U15-16-17) og Thisted FC (U19). Hann hevur eisini spælt nakrar dystir við besta liðnum hjá Thisted FC, sum spælir í donsku 2. deild.

Hóast hann ikki áður hevur spælt vaksnamannafótbólt í Føroyum, er hann ikki heilt ókendur í føroyskum fótbólti. Hann hevur spælt heilar 29 landsdystir fyri føroysku U17 og U19 landsliðini, umframt fleiri U15 landsdystir.