El-bilar dálka meira enn diesel-bilar

- Ein el-bilur av merkinum Tesla Model 3 gevur størri útlát av CO₂ enn eitt nú ein Mercedes 220d, siga tríggir granskarar.

 

 

Tríggir granskarar við viðurkenda stovnin, Ifo-instituttet í München, siga, at ein el-bilur av merkinum Tesla Model 3 gevur meira útlát av CO₂ enn eitt nú ein Mercedes 220d, sum hevur verið brúktur í samanberingini.

Granskararnir, Christoph Buchal, Hans-Dieter Karl og Hans-Werner Sinn, siga, at el-bilar í Týsklandi geva meira útlát enn bilar, sum koyra upp á diesel, tá havt verður í huga, hvaðani streymurin til løðingina kemur.

Teir siga, at CO₂ útlátið frá týsku kraftverkunum, har kol framvegis hevur ein stóran leiklut, eins og framleiðslan av el-bilunum, tilsamans gevur meira útlát enn ein diesel-rikin bilur.

Christoph Buchal, Hans-Dieter Karl og Hans-Werner Sinn siga, at tá hædd verður tikin fyri nevndu viðurskiftum við el-bilum, verður CO₂ útlátið á el-bilum millum 11 og 28 prosent størri enn við diesel-bilum.

Teir siga, at í framleiðsluni av evnum sum litium, kobolt og mangan, sum verða brúk í battaríum til el-bilar, krevst nógv orka, sum aftur fremur útlát.

Granskingin hjá teimum trimum vísir, at ein Tesla Model 3 eitt nú hevur eitt battarí, har framleiðslan fremur eitt útlát á millum 11 og 15 tons CO₂. Um hetta verður deilt yvir 10 ár á 15.000 kilometrar, gevur tað millum 73 og 98 gram av útláti fyri hvønn kilometur.

Tá alt er tikið við, eisini streymurin, sum krevst fyri at løða el-bilin, hevur ein Tesla av hesum slag millum 156 og 180 gram CO₂ útlát fyri hvønn kilometur.

Diesel-bilurin av merkinum, Mercedes 220d, gevur hinvegin eitt CO₂ útlát á 141 gram fyri hvønn kilometur.

- Veruleikin er, at næstan øll ES-lond fremja stórt útlát um løðingina av el-bilum, tá havt verður í huga, hvørja orkukeldu hesi lond hava til framleiðslu av el. Harumframt fremur framleiðslan av hesum bilum stórt útlát, siga teir tríggir granskararnir.