Ektaður miðvingur fyllir 85 ár

Hans Jacob Hansen er føddur í Miðvági. Her vaks hann upp, og her býr hann framvegis. Sunnudagin fyllir hann 85 ár

Hann er rættiliga birgur hóast sín høga aldur. Sigur seg hoyra eitt sindur verri enn fyrr, og hevur ein stav í hondini. Okkurt smátt við knænum, men sum gamal smiður veit hann, at tað skal vilja illa til, um ikki einhvør fakmaður við góðum hugflogi finnur ella ger onkran eykalut, sum kann brúkast. Og spenningurin í erva er í lagi. Har blinkar eingin pera.
Hann minnist væl og dugir væl at greiða frá tí nógva, hann hevur upplivað og veit.
Hann hevur sum so mangur verið sjómaður. Siglt bæði við fiskiskipum og verið úti í verðini og sæð seg um. Hevur verð í Grønlandi og arbeitt og róð út. Men lívsverkið man liggja í smiðjuni í Miðvági, har hann eitt gott mannaminni hevur arbeitt.
Hans Jacob greiðir frá, at hann fór ikki so tíðliga til sjós, sum fleiri av javnaldrunum. Orsøkin var, at hann sum ungur gjørdist faðirleysur, tá pápin og ein pápabeiggi gingu burtur. Sum næstelstur av seks systkjum, gjørdist tað hansara lutur at taka sær av tí heimaarbeiði, sum maðurin annars vanliga plagdi at gera.
Hann fór fyrstu ferð til skip við Research í 1938. Teir fóru til Íslands.
Hans Jacob minnist árið eftir, tá seinni heimsbardagi brast á. Tá vóru teir eisini staddir undir Íslandi og fóru inn at fáa Dannebrog málað á skipssíðuna.
?Tað var skjótt, at rekar fóru at síggjast á sjónum, minnist Hans Jacob. Serliga vóru tað hesar boyurnar við longu wire hangandi uppí, vit funnu. Tá vit komu fram á sovorðnar, tóku vit so nógv inn, sum vit fingu, og so kappaðu vit. Hvat var á hinum endanum, var ikki gott at vita.
?Á heimreisuni tað heystið vórðu vit steðgaðir av einum destroyara, sum vildi vita, hvar vit skuldu. Tá vit høvdu sagt teimum tað, sluppu vit at halda fram.
Hans Jacob helt eina tíð á at sigla undir krígnum, men fór so at gera annað spennandi arbeiði, greiðir hann frá.

Gjørdu flogvøll
Hans Jacob fór saman við umleið hálvttriðjahundrað føroyingum í 1941 til Íslands at arbeiða. Teir skuldu vera við til at gera flogvøll í Reykjavík. LøðuJógvan í Sørvági var chefur, greiðir Hans Jacob frá.
Hesin góði flogvøllur lá tá eitt sindur uttan fyri býin. Men tað ger hann ikki í dag. Nú liggur hann mitt í býnum.
Vit fóru við einum eingilskum skipi til Reykjavíkar, og tað gekk væl. Í Reykjavík búðu vit í tjøldum, og tað var eitt upplivilsi fyri seg.
Seks mans vóru vit í hvørjum tjaldinum. Vit roknaðu ikki við, at tað kundi bera til at vera so nógvir inni. Men tað gekk.
Tjaldið var tætt, so leingi eingin nam við tað, tá tað regnaði. Men kom onkur og nær, rann ígjøgnum.
Sum rímiligt var, var einki goymslupláss, tá soleiðis varð húsast. So vit negldu krosstrø upp á stengurnar, sum vit so kundu heingja klædningar og. tilíkt á, sigur Hans Jacob.
?Vit fingu fjórðingin av lønini útgoldnan, og restin varð so send heim. Men hesa skipanina dámdi ikki øllum rættiliga, og einafeðr vóru nakrir, sum talaðu heldur haðrliga at. Teir vildu hava alt útgoldið. Men úrslitið varð bara tað, at teir vóru bidnir um at fara umborð á eitt skip í Reykjavík, og vit sóu teir aldrin aftur, greiðir hann frá.
?Okkara arbeiði var at knúsa og skilja gót í einum grótbrotið nakað oman fyri flogvøllin, sum gjørdur varð.
Heimaftur varð farið við einum troppaskipi, sum fyrst flutti teir til Skotlands. Har vóru einir 5.000 mans umboð, og allir hingu í hvør síni heingikoyggju. Eisini føroyingarnir.
?Men tað, sum teir ikki vistu, var, at niðri í botninum vóru einir 20 týskir krígsfangar, sigur Hans Jacob.
Hann sigldi so eina tíð. Var millum annað maskinmaður við trolarum. Serliga minnist hann einaferð í Grønlandi við Høgafossi, at teir lógu inni, tí tað var so kalt, at teir fingu ikki arbiett, tí fiskurin frysti á flekiborðinum.

Síggja verðina
Hans Jacob vildi sleppa út í verðina at hyggja seg um, so hann fór ein dag til Danmarkar og bað sær kjans hjá AP Møller. Tað eydnaðist, og hann slapp fyrst ein busstúr úr København til Genova, har hann mynstraði umborð á Train Mærsk. Teir fóru til Kanada.
Sáttmálin var galdandi í tvey á, og reiðaríið hevði rætt til at flyta manningina millum skip.
Úr Kanada varð farið suður við amerikanksu eysturstrondini, gjøgnum Panamaveitina til Japan.
?Eg minnist, at eg gleddi meg til at sleppa at síggja okkurt í Japan. Men beinanveg, vit vóru komnir har, varð skipið selt, og eg endaði umborð á Chastine Mærsk. Har varð siglt fram við amerikansku eysturstrondini umvegis Panamaveitina, San Fransisco, Taiwan, Hong Kong, Bangkok, Saigon, Japan og aftur. Ein túrur upp á 6.000 fjórðingar, sum vardi fimm mánar hvørja ferð.

Smiðjan
Í 1959 kom Hans Jacob heima aftur av langferð, og tá varð hann biðin at koma at arbeiða í smiðjuni í Miðvági. Og har varð hann verandi til einaferð seinast í áttatiárunum. Tó var hann í fyrru helvt av sekstiárunum onkran túr í Grønlandi og arbeiddi í Føroyingahavnini og róði út á kappanum.
?Jákup Smið var ein biksari, sum hevði hugflogið í lagi. Millum annað gjørdu vit eitt elverk í Miðvági. Tað varð bygt har, sum Myllan er í dag, greiðir Hans Jacob frá.
Teir gjørdu byrging í haganum oman fyri bygdina. Ein beltibil gjørdu teir sær til at koyra tilfar niðan við. Rør frá bretunum gróvu teir upp aftur og reinsaðu og smurdu bæði uttan og innan. Jákup gjørdi sjálvur turbinurnar, sigur Hans Jacob.
Men sjálvur hevur Hans Jacob sanniliga heldur ikki verið eiðasørur til handaligt virki. Millum annað gjørdi hann bókstavirnar, sum prýddu skjøldurin á Gomlu Smiðju, har Skipaeftirlitið nú heldur til.
Millum nógv stuttlig og spennandi ting, teir gjørdu í smiðjuni, var ein bussur. Hann varð bygdur yvir eitt lastbilastell, sum innflutt var úr Englandi. Teir gjørdu alt sjálvur. Bukkaðu plátur og tað heila. Engelbrecht Poulsen í Miðvági gjørdi træarbeiðið. Bussuri koyrdi í nógv ár ferðafólk í Vágum.
Hans Jacob sigur, at tað, sum hann gleðist einamest um, er at hava fingið loyvi at vera við í teirri menning av fiskireiðskapinum, sum smiðjan í Miðvági hevur gjørt.
?Tað, sum gjørt er har bæði við snellum og línuspølum, hevur lætt føroyskum fiskimonnum ósigiliga nógv um dagliga stríðið, sigur hann.
Tað hevur nógv fólk arbeitt og lært í smiðjuni, meðan Hans Jacob hevur verið har. Nógvir góðir smiðir og maskinmenn eru komnir burturúr, sigur hann.
Hann sigur, at hann hevði eitt motto, sum hann plagdi at siga við lærlingarnar í Smiðjuni.
»Lær teg fyrst at gera væl. So kemur tað at arbeiða skjótt av sær sjálvum.«

Samfelagsáhuga
Hans Jacob hevur altíð verið áhugaður í samfelagsmálum og hevur havt nógv álitisstørv.
Í ein mansaldur ella so hevur hann sitið í stýrinum fyri sjúkrakassan. Hevur sitið í øllum valnevndunum í nógv Harrans ár. Bæði Løgtings- Fólkating- og kommunustýrisvalnevndunum.
Umframt hevur hann eisini luttikið í kommunalpolitikki. Hann sat í kommunustýrinum í Miðvági í tvey valskeið. Har hevur hann eisini verið formaður.
Ongantíð hevur hann dult fyri, hvar hann hevur staðið politiskt.
?Eg havi valt Javnaðarflokkin, síðan fyrstu ferð eg slapp at velja til Løgtingið, sigur hann. Eg haldi sum Grundtvig gamli, at vit skulu hava eitt samfelag, har »...få har for meget, og færre for lidt.«
Hans Jacob var tilkomin, tá hann fann sær konu. Í 1972 giftist hann við Idu Dam úr Vestmanna, sum tá hevði sitið einkja í fleiri ár.