EKTAÐ GIRL POWER

10 ára gamla Ragnhild Dam úr Havn er ein seig genta. Hon er sjálv onnur lættasta barn, ið er komið í verðina í Føroyum. Onkursvegna hevur hon gjørt læknavísundini til skammar

Dánjal Højgaard


Hon er eitt undurbarn.

Tá hon kom í verðina á eini føðistovu á landssjúkrahúsinum var hon so lítil, at lívsvónirnar vóru smáar.

Tíggju ár seinni er so hon sprell livandi. Hon kann reypa sær av at hon er triðstørst av gentunum í 4b í kommunuskúlanum í Havn. Og heilsuna hevur hon góða.


Vigaði 700 gramm

Ragnhild Dam varð borin í heim tann 25. juni 1989. Í 25. burðarviku - fimtan vikur ov tíðliga. Hon vigaði bert 700 gram.

-Hon vigaði á leið tað sama sum ein margarinpakki og ein ásettur smørpakki. Hon var so lítil, at legði eg lítlafingur á lærið, so sást tað ikki longu, minnist Bergur Dam, pápi Ragnhild.

-Vit høvdu fingið at vita, at tað vaá stórur møguleiki fyri, at børn undir túsund gramm ikki kláraðu tað. Tað var ikki so vanligt við so smáum børnum tá, og hon var so nógv tað minsta, siga foreldrini bæði Bergur og Durita.

Ragnhild var doypt beint eftir at hon kom í verðina. Hon var uppkallað eftir ommuni á Tvøroyri.

-Fyrstu tíðina hugsaðu vit sum so, at skuldu vit missa hana, so vildu vit vera hjá henni so nógv sum tilbar, minnast foreldrini.


Røkt og umsorgan

Men tann elalítli skapningurin treivst í hesi verð. Við góðari sjúkrarøkt og tættari umsorgan fór hon skjótt at mennast. Og tríggjar mánaðir eftir føðingardagin slapp Durita heim við lítlu Ragnhild í fanginum.

Síðani hevur tað bara gingið uppeftir. Longu sum 2 ára gomul hevði hon tikið javnaldrarnar aftur bæði í vekt og stødd.

Í dag er hon sum smágentur flest. Elskar Spice Girls, ýðkar filmleik, spælir klarinett. Hon tuskar runt og stórtrívist.

-Hon er sum børn flest. Sjúkradagarnir hava verið ógvuliga fáir, sigur Durita.

-Ja, hon syftir Óla sum ein vøtt, sigur Bergur, og avdúkar síðani spakmæltur, at hann hevur hoyrt, at Ragnhild skal vera ein nokkso dugnaligur fimleikari.

Foreldrini eru stolt av teirra lítlu Spice Girl. Eingin ivi um tað.


Ongar sersømdir

Heima í Varðagøtu hevur Ragnhild ongantíð verið stappað við vitaminum og heilsukosti. Gamaní hevur turt tvøst onkuntíð verið í matpakkanum. Men tað hevur tað eisini verið hjá hinum systkjunum.

Durita og Bergur hava ikki havt serligan ekka um teirra yngsta barn. Og hon hevur fingið somu viðferð sum hini børnini, siga tey.

Durita og Bergur geva góðari sjúkrarøkt á landssjúkrahúsinum lutvísan heiður av, at Ragnhild kom so væl undan. Eisini hevði tað alstóran týdning, at familjan alla tíðina kundi hava tætt samband við gentuna, og at hon slapp undan lúgvandi sjúkraviðgerð, halda tey.

-Tað bilti ikki Ragnhild annað enn at hon var so lítil. Hon var ikki bakað liðug, sum beiggin plagar at siga. Eg var frísk og hon var frísk, sigur Durita.

Sjálv hevur Ragnhild kanska ta bestu forkláringina uppá undurverkið.

-Hevði eg ikki verið so sterk, so hevði tað ikki gingið, sigur Ragnhild, sum pástendur, at hon ræðist ongan. Hvørki tannlækna ella nakran annan.

-Bara eiturkoppar, skundar hon sær so at leggja afturat.