Hetta seinasta árið hevur 29 ára gamli listamaðurin Ingi Suni Jacobsen verið serliga virkin. Hann hevur longu havt fleiri frámsýningar í ár, sýnir í løtuni fram í Mentamálaráðnum og arbeiðir harumframt við enn eini framsýning, sum verður at síggja á Café Jinx fyrst í komandi ári.
Litir og kenslur
Málningarnir hjá Inga Suna eru abstraktir og óvanliga litsterkir. Sjálvur sigur hann, at hann roynir at útrykkja vitalitet og styrki í sínum málningum, sum hann annars letur verða opnar fyri øllum tulkingum.
- Áskoðarin skal kunna leggja sínar egnar kenslur í málningarnar, tí eg vænti, at tey flestu kenna seg aftur í kenslunum, eg royni eg fáa fram, sigur Ingi Suni.
Hóast Ingi Suni viðurkennur sín íblástur frá Salvador Dali og van Gogh, leggur hann seg ikki eftir at líkjast øðrum málarum. Slíkt gevur lítla meining, heldur hann, tí tá talan er um list, verða ongir málningar eins. Heldur leggur hann seg eftir at menna sín heilt egna, eksperimenterandi stíl, har tað spontana og improviseraða sleppa at stýra gongdini.
- Hesin málihátturin hevur við sær, at eg alla tíðina royni umaftur, og at nógvir málingar fara burtur, tí teir ikki kunnu brúkast, sigur Ingi Suni.
Frumevni
Myndevnini hjá Inga Suna taka ofta støði í teimum fýra frumevnunum: eldur, luft, vatn og jørð, men íblasturin kann koma nógva staðni frá. Til dømis var tað lagið Suzanne hjá Leonard Cohen, sum kveikti málningin Sólin og basalt. Ì lagnum hjá Cohen er tað havið og sólin, sum ganga aftur, meðan Ingi Suni hevur valt at lata basaltið geva málninginum ein føroyskan dám.
Ein av teimum meir kendu málningunum hjá Inga Suna, Lívsins Træ ímyndar eisini tað alfevnda og grundleggjandi. Hesin málningurin verður um ikki so langa tíð at síggja sum jólakort.
Ì løtuni gongur Ingi Suni á listaskeiði, har hann serliga tekst við at blanda litir. Eisini er hann farin at royna seg við at mála við spartli fyri at geva listarliga strokinum ein lættari dám. Fleiri av málningunum, sum eru at síggja í Mentamálaráðnum eru málaðir við spartli.
Um sínar framtíðarætlanir sigur Ingi Suni, at hann áhaldandi roynir at menna seg sum málari við at mála hvønn dag.
- Dreymurin er framvegis at fáa mína egnu málistovu, har eg kann royna meg í friði og náðum. Og so sjálvandi at gerast ein viðurkendur málari, sigur Ingi Suni við einum speiskum smíli.
Myndir
(Ingi Suni)
Listamaðurin Ingi Suni Jacobsen leggur eg eftir at menna sín heilt egna spontana og improviseraða stíl
Málningurin Sólin og basalt er kveiktur av lagnum Suzanne hjá Leonard Cohen
(Lívsins Træ)
Ætlandi verður málningurin Lívsins Træ nú gjørdur til jólakort
Greinar
Hurðin inn til ævinleikan