Eivør hevur frumframsýning

Í dag er fyrsta sýning av Marilyn Forever

- Eitt sindur nervøs og spent!

 

Soleiðis skrivar Eivør á facebooksíðu síni, nú hon í dag hevur fyrstu framførsluna sum Marilyn Monroe, í operuni Marilyn Forever.

 

Operain hevur frumframførslu í dag í leikhúsinum MacPherson Playhouse Theatre, sum er í Victoria í Canada. Eisini verður ein framførsla í morgin tann 14. september.

 

Fyrr í hesum mánaðinum fór Eivør til býin Victoria í Canada, har hon hevur fyrireikað sín leiklut til nýggju operuna um Marilyn Monroe eftir bretska framleiðslustjóranum Gavin Bryars. Operain hevur fingið heitið "Marilyn Forever", og snýr seg sum lívið hjá kendu sjónleikarinnuni.

 

Eivør hevur høvuðsleiklutin sum Marilyn Monroe og kemur at framføra operaina saman við baritoninum, Thomas Sandberg, ið skal spæla leiklutirnar sum mongu mennirnir, ið vóru partur av lívinum hjá Marilyn Monroe.

 

Hóast talan er um eina operu, syngur Eivør ikki opera, men við sínum vanliga sangstíli.