Systirfløgurnar Bridges og Slør hjá Eivør Pálsdóttir vunnu í áðni eina FMA virðisløn fyri vakrasta húsa, men tað tók eina løtu, áðrenn songkvinnan trein á pallin at taka móti virðislønini.
- Eg visti slett ikki, at eg kundi vinna hetta, segði ein bilsin Eivør Pálsdóttir.
Hon var júst í ferð við at fyrireika sína framførslu, tá hon knappliga varð rópt upp á pallin. Tað var Niels Arge Galán ið handaði virðislønina, og í mun til í fjør lat hann væl at tí estetiska úttrykkinum á ársins føroysku tónleikaútgávum.
- Í fjør fingu útgávurnar ein lítlan uppsang frá mær, og tað sær út til, at tónleikararnar hava tikið tað til sín, tí her vóru nógvir vakrir húsar, segði Niels Arge Galán á pallinum í Norðurlandahúsinum fyri løtu síðani.