Í summar verður 11. Summar Festivalurin hildin í Klaksvík, og fyri fyrstu ferð verður føroyska tónleikadrotningin Eivør Pálsdóttir eitt av føroysku høvuðsnøvnunum á festivalinum.
Tað hevur áður verið upp á tal, at Eivør skuldi syngja á Vágsbøi, og nú hevur tað umsíðir lukkast pørtunum at finna saman – og tað eru upp á tíðina, vildu mong sagt.
Eivør er eitt tað størsta føroyska tónleikanavnið nakrantíð, og hon er kend víðahvar fyri sín tónleik og sínar framúr góðu framførslur. Tað byrjaði við Ársins Songrødd og síðani Prix Føroyar við Clickhaze, men í meira enn 10 ár hevur Eivør verið okkara helst kendasti solistur.
Eivør hevur nógv at gera við framførslum og innspælingum úti í heimi, og hon verður roknað sum ein sonn stjørna á norðurlendska tónleikapallinum. Eivør hevur vunnið óteljandi heiðurslønir fyri sín tónleik í Føroyum, Íslandi og Danmark.
Sterkasta vápnið hjá Eivør er hennara fantastiska rødd, men hon er eisini dugnaligur komponistur og framúr tulkari av tónleiki.
Á Summar Festivalinum fer Eivør at hava framførslu við bólki á stóra palli á Vágsbøi
.
- Vit eru sera fegin um, at vit umsíðir kunnu bjóða okkara gestum Eivør á Vágsbøi. Hetta hevur verið leingi ávegis, og tí er tað ein serliga gleði at ynskja Eivør vælkomin á Summar Festival, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyrireikarunum.
Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.