Eivør á pall við Tinu Dickow

Tá Tina Dickow hevur byrjanarkonsertina á Aarhus Festuge, verða fleiri gestir við á palli, millum onnur Eivør Pálsdóttir.

Tina Dickow setir hol á Aarhus Festuge 27. august.

Og tá hon fer á pall, so eru fleiri gestir við á pallinum, millum onnur Eivør Pálsdóttir.

Hesum hevur Tina Dickow boðað frá, og á Facebook skrivar hon soleiðis:

"En opfølgning med flere dejlige gæster, der skal med os på scenen den 27. august: Den hippe trio SAMARIS, den lige så hippe solist HELGI JONSSON, færingen med den vilde stemme og stærke bånd til Island, EIVØR, det store kor VOCAL LINE, som jeg har sat til at prøve kræfter med det islandske sprog, og som skal tilføre storslåede vidder til aftenen. Og mon ikke jeg også har et par Aarhus-relaterede overraskelser... Ja, og så kigger ÁSGEIR og FOLKEKLUBBEN som sagt også forbi.

Síðani 2012 hevur danska Tina búð í Íslandi. Hon er gift íslendskum manni, nevniliga Helga Jónsson, sangari sangskrivari og multi ljóðførissnillingur. Hann verður eisini á pallinum 27. august.

Sagt verður, at Tina Dickow við hesum roynur a byggja brúgv millum Danmark og nýggja heimland sítt.