Sunnudagin fer Eivør á pall í Norðurlandahúsinum, saman við Aldubáruni og egnum bólki.
- Á skránni verða fyrst fremst løg av nýggjastu fløguni, Room, hjá Eivør. Men vit fara eisini at hoyra onkran klassikarar, so um Elisabet og Elinborg, og Hjarta mítt, siga tey í tíðindaskrivi.
Harumframt fara tey eisini at syngja og spæla tveir spildurnýggajr sangir hjá Eivør.
Tað er Tróndur Bogason, ið hevur lagt tónleikin til rættis fyri strúkarar og blásarar, men tað er Aldubáran, sum er mannað við nøkrum av okkara fremstu tónleikarum, undir leiðslu av Bernhardi Wilkinson, ið tekur sær av klassisku ljóðførunum.
Bólkurin hjá Eivør er settur saman av Mikael Blak, Høgna Lisbert, Magnusi Johannesen og Tróndi Bogason.
|