Framyvir fara strandingar bara at hava ein matvøruhandil í bygdini. Handilin Stranda Centrum verður niðurlagdur og hildið verður fram í handlinum hjá Kára Hansen, sum fer at eita Stranda Centrum. Tað er Eivind Jacobsen, sum yvirtikið báðar handlarnar í bygdini, og annar fer at lata aftur.
? Eg sendi ein fyrispurning til eigararnar av handlunum, um teir vóru til sølu. Eg vildi tryggja mær at fáa báðar handlarnar, tí annars hevði eg ikki farið undir hetta, sigur Eivind Jacobsen.
Handlarnir vóru til sølu fyri tann rætta prísin, og tilsamans hevur Eivind Jacobsen nýtt millum 5 og 6 milliónir krónur fyri bygningar, inventar og goymslur.
Skal vera kappingarførur
? Endamálið við at keypa báðar handlarnar er at veita strandingum eina betri tænastu. Vit ætla okkum at kappast við teir størru handlarnar hinumegin fjørðin, so at fólk á Strondum kunnu keypa gerandisvørur fyri somu prísir sum aðrastaðni, sigur Eivind.
Eivind vísir á, rakstrartølini fyri hinar báðar handlarnar vístu, at tað so dánt mól runt. Hann væntar, at við at hava ein handil ístaðinfyri tveir, skuldi verið møguligt at fingið ein betri rakstur enn frammanundan.
Ein av fyrimununum við at hava ein størri handil er, at hesin fær betri innkeypsprís frá heilsølunum. Hetta gevur betri møguleikar at veita kundunum tilboð. Eivind sigur, at fyrr var vanligt, at strandingar fóru aðrastaðni at keypa, men hetta rákið er minkað seinastu tíðina.
Nýggi samanlagdi handilin fer at halda til í bygninginum hjá Kára Hansen, tí hann er betri egnaður enn tann gamli Stranda Centrum. Ein orsøk er, at hesin hevur tveir kassar. Hesin handilin er umleið 180 fermetrar til víddar.
Talan verður neyvan um at siga nakran úr starvi. Eivind sigur, at nøkur av starvsfólkunum fara at gevast, og hann væntar, at tey fara at hava nakrar tímar til øll starvsfólkini.
Eivind hevur tó ætlanir um at víðka virksemið hjá hesum handlinum til at fevna um at kalla øll vørusløg, sum vit kenna úr handlum sum Bilka í Danmark, men hetta liggur langt frammi í tíðini.
Eivind Jacobsen er frammanundan nevndarformaður og partaeigari í Stranda Máling, og hann er í hálvum starvi sum borgarstjóri í bygdini.