Teir hava eini 48 tons av toski, 14 tons av hýsu, 31 tons av brosmu, 44 tons av longu, 17 tons av kongafiski og átta tons av upsa. Restin er blálonga, hvítingur, liri og lýrur. Føroysk virkir hava keypt toskin, hýsuna, brosmuna, longuna og upsan.
Veiðan verður løgd upp í Kollafirði.
Hetta var tann fyrsti veruligi túrurin hjá Eivindi, sum varð keyptur úr Noregi tíðliga í vár. Undan hesum túrinum var skipið undir Føroyum nakrar dagar og royndi útgerðina.
Fleiri línuskip hava trupult við at fáa manning, men tann trupulleikan hevur reiðaríið hjá Eivindi ikki.
-Nei, vit hava ikki trupuleikar at manna Eivind, men tað eru nógvir bátar, sum mangla ein ella tveir mans fyri at vera fullmannaðir, sigur reiðarin Hálvdan Gudmundsen, sum eisini er formaður í felagnum Línuskip.