Eivør vann sangskrivarakappingina

?Grát ei? hjá Eivør Pálsdóttur vann ta stóru sangskrivarakappingina, sum Norðurlandahúsið skipaði fyri saman við Mentamálaráðnum. Jens L. Thomsen og fleiri vunnu annaðplássið við sanginum ?Fjøllini standa úti?.

Triðju virðisløn vunnu Boys in a Band við ensktmælta sanginum ?Secrets to Conceal?.

Sjálv er Eivør stødd í Danmark eftir at hava gjørt upptøkur í Írlandi, og tí tók umboðskvinna hennara, Sigvør Laksá, imóti vinninginum, sum er 75.000 kr., og segði nøkur orð á samkomu í Norðurlandahúsinum fyri løtu síðani.

Nummar 2 fær 20.000 kr. og nummar 3 fær 5.000 kr. Peningurin er oyramerktur til tónleikaframleiðslu. Tilsamans vórðu 124 sangir sendir inn til kappingina.