Eivør Pálsdóttir fekk í gjárkvøldið eina av donsku tónlistavirðislønunum á tiltakinum Danish Music Awards.
Hon fekk heiðurin fyri útgávuna At the heart of a Selkie, sum hon hevur gjørt saman við DR Big Band og DR VokalEnsemblet. Útgávan snýr seg um søgnina um Kópakonuna.
Virðislønin, sum hon fekk, er fyri ársins bestu sangútgávu innan jazztónleik.
Tað er TUTL, sum hevur givið fløguna út.