Sunnukvøldið verður konsert í Bremen í Keypmannahavn, har Eivør spælir saman við Mikael Blak.
Eivør hevur seinastu tíðina ferðast kring Danmark og framført. Fyrireikarar av konsertini sunnukvøldið siga, at rundferðin hevur verið sera væl eydnað, og at konsertin sunnukvøldið verður tann seinasta á hesum sinni.
Rundferðin er eitt hátíðarhald fyri Eivør og hennara 12 ár á pallinum. Fyrireikarar siga, at Eivør í hesum sambandi spælir fleiri gomul løg, eins og løg av hennara nýggju fløgu, sum kemur í 2012.
Eivør og Mikael eru einsamøll á palli hetta kvøldið, og spæla tey bæði eina ørgrynnu av instrumentum til sjálva konsertina.
Fyri stuttum legði Eivør út eitt nýtt lag á hennara Facebook síðu við heitinum I Know, sum er eitt nýtt lag, ið helst verður at hoyra á komandi útgávuni.