Eivør sendir heilsan til fjepparar

Á heimasíðu sínari, sendir Eivør eina heilsan til sínar fjepparar, har hon millum annað sigur, at hon følir, sum hevur hon verið burtur ov leingi Orsøkin til hetta er, at hon er upptikin við at skriva nýggj løg, umframt at mála. Eivør sigur, at ljósið í Føroyum inspirerar hana, og at vit eru heppin, at sólin er komin aftur til klettarnar.

 

Eivør hevur ætlanir um at fara á rundferð í apríl, og gongur leiðin fyrst til Íslands. Hon sigur, at hóast kreppa hevur rakt íslendingar, so hava tey framvegis heimsins vakrasta land, og tað kann eingin taka frá teimum.

Fyrstu fýra framførslurnar í rundferðini hjá Eivør verða í Íslandi, og sær skráin soleiðis út:

 

03.04.09 ? Nasa, Reykjavík

04.04.09 ? Græni Hatturin, Akureyri

05.04.09 ? Skagastrønd, Skagastrønd

09.04.09 ? Vestmannaeyjar, Vestmannaeyjar

 

Rundferðin fevnir ikki bert um Ísland. Eivør skal eftir ætlan eisini framføra í Danmark, Grønlandi, Noregi, Kanada og Póllandi.