LISTASTEVNA
Annika B. Mortensen
????????????
Tá oljumessa verður í Stavanger í august mánaða verður eisini skipað fyri mentanartiltøkum á havnarøkinum. Nevndin sum fyrireikar hvussu Føroyar og føroyska mentannin skulu sýnast fram váttar at Eivør Pálsdóttir fer at luttaka.
Samstundis við at ONS oljumessan verður hildin, 24.-27. august, verður eisini skipað fyri einum ONS festivali á bryggjuni í Stavanger. Jens Marius Poulsen, sum er í fyrireikingarnevndini fyri Tórshavnar Kommunu, sigur at eitt stórt tjald verður karmur um mentanar tiltøkini og at ætlanin er at hava mangt á skránni. Birgir Enni skal borðreiða og skipa fyri sølu av mati og drykkjuvørum. Søla verður av føroyskum pløggum og prýðislutum. Johanna skal liggja við bryggju og ætlanin er at fáa harmoniku tónleik umborð. Kristian Blak fer at luttaka og Eivør Pálsdóttir hevur eisini jattað at verða við. Sambært Jens Marius Poulsen verður ein stórur pallur við pláss fyri umleið 20.000 áhoyrarum á ONS festivalinum, og tað er á hesum at Eivør Pálsdóttir fer at hava sína framførslu. Jens Marius leggur afturat, at enn eru øll tiltøkini ikki komin til sættis og at arbeitt verður við at fáa tað fíggjarliga loða saman.
Í fyrireikingarnevndini til ONS festivalin eru: Malan Johansen, frá Vinnuhúsinum, Jákup Simonsen og Jens Marius Poulsen, frá Tórshavnar Kommunu, Rannvá Troest, frá Runavíkar Kommunu, Ann-Marie Wang, frá Smyril Line, Maria á Lofti, frá Atlantic Airways, Rúna á Lofti, frá Ferðaráð Føroya og Birgir Enni skipar fyri sølu av drykkjuvørum og mati.