Eivør og tær fáa 5 stjørnur

Eivør er sjálv fimta í hópinum, tá Hun Solo er á ferð.

Undir heitinum Hun Solo eru 5 sangkvinnur á ferð í Danmark. Hetta er ein verkætlan, ið kastar ljós á dygdirnar hjá kvinnuligum tónleikarum.

 

Gaffa hevu verið til konsert við Hun Solo, har tær luttakandi fara á pall. Sjálvar. Ella solo, sum konsertheitið eisini leggur upp til.

 

Og danska tónleikatíðarritið Gaffa gevur Hun Solo 5 stjørnur av 6 møguligum. Og tá tær hvør ´sær standa á palli, so ber illa til at skera allar yvir ein kamb, og tað ger Gaffa heldur ikki, men umrøður hinvegin tær ymsu framførslurnar hjá hesum 5 sangkvinnunum.

 

Um Eivr verður m.a. sangt, at  "....Eivør, som nok brugte sine pedaler til lidt af hvert, men lod sin naturkraft af en nordisk røst sige det meste."

 

Meira sæst her:

gaffa.dk/anmeldelse/115463/hun-skod-forst/