Sunnudagin 18. mars kl. 16.00 verður konsert í Norðurlandahúsinum við Sebastian og Eivør. Harumframt verður eisini dóttir Sebastian, Sara Grabow, gestasangari á konsertini.
Sebastian hevur í mong ár verið ein av størstu tónleika-ikonunum í Danmark. Tá vit siga Ronja Ránsmannadóttir ella Hodja fra Pjort eru tað mong, ið rakna við. Hetta eru bert ein brotpartur av teimum mongu løgum og sangum, sum eru komin frá kønu hond og rødd Sebastianar.
Á hesari felags konsertini í Norðurlandahúsinum, saman við Eivør og Saru Grabow, fer Sebastian at framføra eina blanding av sínum klassisku løgum, umframt at nógv nýtt verður at hoyra frá seinastu fløgu hansara.
Eivør kenna vit øll. Einki er at taka seg aftur í, at hennara eyðkenda rødd er nakað serstakt, sum rørir okkum inn at hjartað. Danir hava nakrar ferðir upplivað Sebastian og Eivør saman, men hettar upplivilsi eiga vit føroyingar til góða.
Á konsertini fer Eivør at spæla nøkur løg sjálv, og vit sleppa eisini at hoyra nøkur løg av hennara nýggju fløgu, ið kemur út í august í ár.
Sara Grabow (f. 1979) er dóttir Sebastian. Hon hevur útbúgving sum sangari frá Rytmisk Musikkonsertvatorium. Sara hevur seinnu árini saman við manni sínum Thomas Raae myndað bólkin mitbandditband. Sum yngri hevur hon onkuntíð verið kórgenta hjá pápa sínum, men hevur annars staðið á egnum beinum.
Konsertin í Norðurlandahúsiinum verður sunnudagin 18. mars kl. 16.00. Atgongumerki fáast í Norðurlandahúsinum, í kunningarstovunum í Havn, Runavík og Klaksvík og á www.nlh.fo