Eivør og Jógvan við Frostrósum til Føroya

Tveir føroyskir sangarar verða við, tá ið stórsligin íslendsk jólakonsert verður framførd í Føroyum

Nakað av tí vakrasta og flottasta, sum íslendingar hava at bjóða í jólatíðini, eru konsertirnar, sum tey kalla Frostrósir. Í níggju ár hava tey hava stórslignar jólakonsertir í Íslandi, og 10. hvør íslendingur er á hvørjum ári á konsert við Frostrósum upp undir jól.

Skiftandi, kendir íslendskir sangarar eru við í Frostrósum, og nú Frostrósir hava 10 ára jubileum, koma tey til Føroya at hava jólakonsert í Norðurlandahúsinum.

Tveir føroyskir sangarar verða við í ferðalagnum, sum kemur til Føroya. Tað eru sangarar, sum eru sera kendir í Íslandi, og sum vit eisini kenna væl her heima. Eivør Pálsdóttir og Jógvan Hansen fara at syngja saman við íslendsku sangarunum Hera Bjórk, Jóhann Friðgeir, Fríðrik Ómar og Margrét Eir.

Meginparturin av konsertini verður við sangum, sum verða sungnir á føroyskum ella íslendskum máli.

Umframt solistarnar verður eisini serligi tónleikabólkurin hjá Fróstrósum og kór við til konsertina.


Vildu sleppa til Føroya

Fróstrósir hava verið nógv á ferð. Tey hava sjálvandi havt nógvar og stórar konsertir í Reykjavík, men tey hava eisini verið kring Ísland og sungið seinastu fýra árini. Eivør Pálsdóttir hevur verið við á fleiri konsertum hjá Frostrósum seinastu árini.

- Vit hava leingi droymt um at sleppa til Føroya at hava konsertir, og nú letur tað seg gera. Vit kenna tað sum ein heiður at sleppa at hava hesa konsert í Føroyum, sigur Samuel Kristjánsson, framleiðslustjóri og stovnari av Frostrósum.

Konsertin við Frostrósum verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 26. novembur.