Eivør Pálsdóttir er í løtuni á konsertferð saman við Danmarks Radio Big Band í Danmark og í Føroyum. Konsertirnar í Føroyum verða hóskvøldið 13. oktober í Læraraskúlahøllini í Havn og fríggjakvøldið 14. oktober í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Tað hevur verið rættuliga ógreitt hvar tann eina av konsertunum varð hildin, fyrst var ætlanin av Norðurlandahúsið skuldi verða karmur, men húsið verður umvælt hesar dagar. Síðan varð tosað um tvær konsertir í Fuglafirði, men sambært fyrireikarunum G! Music og umboðunum hjá Eivør, verður konsertin nú Læraraskúlanum.
Fyrstu ferð í Føroyum
Hetta er fyrstu ferð at Danmarsk Radio Big Band vitjar í Føroyum og talan verður um eitt fult mannað bigband, ið er av mest virdu Big Bandum.
Henda konsertferð endar í operahúsinum í keypmannahavn mánadagin 17. oktober, har Eivør og Etta Cameron vera solistar hjá Big Bandinum.
DR Big Band kundi í summar hátíðarhalda sín 40 ára føðingardag og hevur hesi árini spælt seg upp í svervektaraflokkin innan danskan, eins væl og altjóða jazz. Orksetrið hevur spælt saman við fleiri av mætastu tónleikanøvnum í heiminum sum eitt nú Miles Davis, Van Morrison, David Sanborn, Stan Getz, Dizzy Gillesbie, The Manhattan Transfer, John Schofield, Toots Thieleman, Benny Golson og nú eisini Eivør Pálsdóttir.
Vælumtókt fløga
Eivør og Big Bandið góvu fyrr í ár fløgu út saman, sum varð sera væl móttikin og seldi heili 5000 eintøk áðrenn hon kom út! Fløgan fekk einastandandi ummæli og fyri kortum varð hon kosin "mánaðarinnar fløga" í hátt virda týska tíðarritinum Audio. Konsertirnar saman við Big Bandinum taka støði í hesi fløguútgávuni.
Atgongumerki til konsertirnar fáast í Norðurlandahúsinum og Kunningarstovunum í Havn og Runavík.