Føroyska sangarinnan Eivør Pálsdóttir hevur í dag givið nýtt staklag út. Lagið eitur "Patience" og er tøkt á teimum ymsu stroymingartænastunum.
Eivør arbeiðir í løtuni upp á eina nýggja útgávu, sum eitur SEGL, og "Patience" er fyrsta staklagið, sum er komið út frá hesari útgávuni.
Hon sigur við sínar fylgjarar á sosialu miðlunum, at tað ikki var ætlanin at geva lagið út enn. Men hon føldi, tað var rætt at gera kortini í sambandi við, at heimurin hevur verið ávirkaður av koronasmittuni.
– Onkuntíð er tol tað einasta, vit líta á, sigur hon og sipar til heitið "Patience", sum á føroyskum merkir tol.
Í heyst, tá nýggja útgávan SEGL er komin út, fer Eivør á eina langa konsertferð. Hon skal spæla í eitt nú Danmark, Týsklandi, Hollandi og Polen.
Hoyr nýggja lagið "Patience" við Eivør her:
##med2##