Eivør fær rós og stjørnur í Gaffa

Gaffa-ummælarin gevur Eivør Pálsdóttir 5 stjørnur fyri konsert í Odense.

Eivør Pálsdóttir er í løtuni á ferð, og herfyri framførdi hon í Odense.

 

 

Danska tónleikatíðarritið Gaffa hevði ummælara á staðnum. Hesin hevði einferð áður hoyrt Eivør á palli. Ummælarin letur til at kenna væl til Eivør, og hennara tónleik, og honum dámdi eisini framførsluna í Odense væl.

 

 

Undir yvirskriftini Fire færøske årstider på firs minutter, skrivar hann um Eivør, tónleikarar hennara og tilfarið, og so ummælir hann sjálva framørsluna í Odense. Og av 6 møguligum stjørnum, fáa Eivør og manning hennara 5 stjørnur.

 

 

Ummælið kann lesast her: https: https://gaffa.dk/anmeldelse/136204/fire-faeroske-arstider-pa-firs-minutter/ 

 

 

Í kvøld spælir Eivør í Keypmannahavn, og komandi dagarnar er hon at hoyra í Malmø og í Herning.