Eivør enn favorittur

Eingin annar enn vakra songkvinna Eivør Pálsdóttir fór avstað við heiðurslønin sum Ársins Songkvinna 2009. Eivør hevur áður verið tilnevnd og vunnið Planet heiðurslønir, og í ár eydnaðist tað henni at gerast Ársins Songkvinna. -Eg hevði als ikki væntað, at vunnið hesa heiðurslønina, og eg eri so kedd av, at eg ikki kundi verða í REX, at taka ímóti heiðurslønini, sigur Eivør Pálsdóttir.

 

Eivør var fyrstu ferð at síggja á pallinum, saman við bólkinum Clickhaze. Clickhaze var fyrsta stigið á leiðini hjá Eivør, og tey megnaðu eisini at vinna Prix Føroyar við bólkinum í 2001.

 

Síðani tá hevur hon ment seg nógv, og hevur givið fleiri fløgur út, umframt, at hava framført kring heimin. Eisini hevur hon veruliga gjørt seg merkta í eitt nú Íslandi og í Danmark.

Hon hevur vunnið eina ørgrynnu av heiðurslønum. Nevnast kann, at hon í 2003 vann heiðursløn fyri ársins songkvinnu og ársins tónleikara í Íslandi. Í 2004 bleiv Eivør Ársins Føroyingur.

Í 2005 bleiv hon tilnevnd til seks ymsar heiðurslønir av Danish Music Awards Folk, og vann heiðurin sum ?Ársins songkvinna? og fløga hennara ?eivør? vann?Ársins fløga? í Danmark. Í 2006 framførdu hon millum annað á Tønder Festivalinum og í Tivoli í Keypmannahavn,

Eivør hevur í ár útgivið eina LIVE fløgu, har løgini eru upptikin ymsa staðni runt í heiminum. Eitt nú er eitt lag upptikið í Íslandi, har Eivør syngur saman við Teiti Lassen.