At Eivør er vorðin eitt av teimum sera nógv virdu listafólkunum í Danmark kom til sjóndar, tá hon vann tvær heiðurslønir á AME Folk fyrr í ár, og við innbjóðing til luttøku á Copenhagen Jazz Festival verður virðingin enn einaferð staðfest.
Eivør luttekur á ársins jazzfestivali saman við Emil de Waal og hansara bólki. Saman spæla tey eitt serligt tónlistarligt bland. Eg fari enn ikki at royna at umseta lýsingina av tónleikinum hjá hesum samstarvi millum føroysku songkvinnuna og danska multikunstnaran. Politiken skrivar soleiðis:
Musikkens temaer benytter i stor udstrækning 'rockende' beats, der sammen med klangfulde melodier bygger en solid ramme omkring de mere frie jazzudskejelser, som især Søren Kjærgaard står bag. Det bliver et møde mellem tidligere tiders free jazz og neo bop, og nutidens pumpende elektronika. Eivør Pálsdóttir føler sig lige så godt tilrette med countryballader som med rock og klassiske arier.
Tey, ið spæla, eru Emil de Waal (trummur, gittar og sang), Søren Kjærgaard (klaver), Gustaf Ljunggren (alt sum hann fær hendur á), og Eivør Pálsdóttir (sang).
Eivør skal á pallin í mentanarhúsinum á Islandsbrygge. Talan er um snotiligu húsini í kommunan í Keypmannahavn bygdi við bryggjukantin til íbúgvarnar á Islandsbrygge, tá tað millum føroyingar so vælumtókta Gimle bleiv rivið niður.
Konsertin er 10. juli kl. 20.