Eivør aftur í týskum útvarpi

Eivør Pálsdóttir verður í annaðkvøld at hoyra á týsku útvarpsstøðini Radio Bremen, ið sendir í Týsklandi umframt um allan heimin á alnetinum.

Herfyri spældi Eivør eina beinleiðis konsert í konserthølini hjá týsku útvarpsrásini. Konsertin varð spæld frammanfyri áskoðarum og send beinleiðis á útvarpsrásini og á alnetinum.

 

Í sama viðfangi varð samrøða gjørd við Eivør, ið tó ikki varð send beinleiðis, tí er tað nokk henda samrøða, ið verður send í annaðkvøld. Á heimasíðuni hjá Radio Bremen verður bert avdúkað, at Eivør verður verður gestur í sendingini On The Tracks, ið verður send millum 21-23 í annaðkvøld. Tí er tað eisini ein møguleiki, at talan verður um endursending av konsertini.

 

Til ber at fylgja við á internetinum á slóðini: www.radiobremen.de/nordwestradio

 

Áhugin fyri Eivør Pálsdóttir er alsamt vaksandi og alt fleiri fólk leggja merki til stóru føroysku røddina. Í Íslandi og Føroyum er Eivør longu eitt kent navn. Í Danmark er Eivør eisini farin at gera um seg. Eisini í Skotlandi og Kanada hevur Eivør seinnu árini fingið fleiri fjepparar. Í næstum kemur nýggj fløga við Eivør, ið verður givin út bæði á føroyskum og á enskum. Fløgan er gjørd í samstarvi við írska framleiðaran Donald Lunny, ið m.a. hevur framleitt U2.